Bólkar og charter
Tíggju sæti ella eitt heilt flogfar. Ítróttarlið, kór, ráðstevnur og familjur, sum vilja ferðast saman.
Bólkar við 10 ella fleiri
- Ein bílegging, ein rokning
- Nøvn kunnu broytast upp til 7 dagar undan fráferð
- Smidlig gjalding: fyrst innskot, síðani restin
- Bólkainnskriving eftir umbøn
Leiga eitt heilt flogfar
Ein Airbus A320neo við 174 sætum, ella ein tyrla við 15. Vit flúgva charter um alt Europa og Norðuratlantshavið, og vit hava gjørt alt frá fótbóltsfinalum til filmsupptøkur.